2020-07-03 12:26
Ein roynd varð gjørd at reka nakrar springarar á land í Skálfjørðinum í morgun. Ætlanin var at royna nakrar nýggjar mønustingarar, sum vórðu gjørdir til springarar, men tað eydnaðist ikki at reka teir á land.
– Vit góvust næstan beinanvegin. Har vóru bara tveir, og tá er tað næstan hopleyst. Vit royndu einar 3-4 ferðir, sigur Jógvan Kristiansen, grindaformaður, við Portalin.
Springararnar vórðu sæddir um tíggju tíðina í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald