2020-07-01 20:50
Seinnapartin varð ein grind funnin á Árnafirði. Koronatilmælini eru framvegis galdandi, so eingin grind verður hildin til fyribils.
Ætlanin var í kvøld at reka hana inn á sandin, men tað eydnaðist ikki. Tá teir komu nær, kavað hvalirnir og rýmdu út aftur á víkina, sigur Bjarni Mikkelsen frá Havstovuni, við Norðlýsið í kvøld.
Hann greiðir frá, at teir kanska vóru ov illa mannaðir við bátum, og vóru einir tveir ella tríggir skjóttgangandi bátar afturat, hevði tað helst eydnast.
Um hvalirnir framvegis eru har í lýsingini í morgin, er ætlanin at gera eina roynd afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald