2022-09-03 14:42
Í morgin, sunnudagin 4. september letur listaframsýning upp við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður klokkan 16, og umframt tónleik og lættari ábit, er møguleki at hitta listamannin sjálvan.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 25. september.
Framsýningin kann vitjast gerandisdagar klokkan 14 til 17, og sunnudag klokkan 15 til 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald