Mentan

Eyðun Nolsøe spælir hittini á Summar Festivalinum

Fer saman við bólki at framføra stóru hittini hjá sær og lagt verður upp til felagssang

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-02 12:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hevur tú hug at hoyra kendar sangir og syngja við? So verður eitt av gyltu høvunum konsertin hjá Eyðun Nolsøe Band á ársins Summar Festivali.

Poppsangarin og sangskrivarin Eyðun Nolsøe er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skrivað og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í føroyskum tónleikalívi.

Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe partur av Frændum, og sangirnir, hann skrivaði og spældi, vóru í flestu førum partur av tónleikinum hjá Frændum. Síðani 90’ini hevur Eyðun Nolsøe eisini framført og útgivið tónleik sum solistur – eitt skifti gav hann tónleik út saman við Terja Rasmussen. 

Eyðun hevur gjøgnum árini skrivað sangir sum "Mítt Land", "80’ini", "Dansa", "Til Tey Stressaðu", "Á, um vit", "Sangur til tína jørð" og aðrar. 

Eyðun Nolsøe fer saman við James Olsen, Eyðuni Johannesen og Jens Marna Hansen at spæla tey stóru hittini hjá sær á konsertini, sum verður í Tjaldinum á Summar Festivalinum, ið verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder