Mentan

Eykasýning av Almost Human á Vísindavøku

“Almost Human” er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum essayistiskt byggir brúgv millum list og vísindi og viðger stór evni sum vitlíki, tólmennistøkni, veðurlagsbroytingar, uppruna heimsins, falskunning o.s.v. Filmurin varð fyrst sýndur á mentanarnáttini, og seinnapartin verður hann aftur at síggja í Kongshøll

(Mynd: Gransking.fo)

(Mynd: Gransking.fo)

2021-09-24 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er ársins Vísindavøka í Kongshøll, og í hesum sambandi verður eisini eykasýning av filminum "Almost Human".

Listaligi vísindafilmurin, varð fyrst sýndur í Havn mentanarnáttina, tá Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið í felag skipaðu fyri og bjóðaðu fólki í Kongshøll at síggja hann, og tá varð avgjørt, at filmurin hevði uppiborið at verða sýndur aftur á vísindavøkuni, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuna.

“Almost Human” er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum essayistiskt byggir brúgv millum list og vísindi og viðger stór evni sum vitlíki, tólmennistøkni, veðurlagsbroytingar, uppruna heimsins, falskunning o.s.v.

Jeppe Rønde hevur leikstjórnað, Stephen Fry er frásagnarfólk, og Carlsbergfondet hevur fíggjað filmin. Filmurin verður at síggja í Kongshøll klokkan 16.30.

Mentanarnáttina hevði Firouz Gaini, granskari, innleiðslu áðrenn filmin, og hugleiðingar hansara kunnu lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder