Innanlands

Eysturkommuna eisini partur av Talgildu Føroyum

Framanundan er avtalu um samstarv eisini gjørd við Nes kommunu og Tórshavnar kommunu

Mynd: Fíggjarmálaráðið

Mynd: Fíggjarmálaráðið

2020-07-19 13:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin skrivaði Eysturkommuna undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar.

Í heyst fer kommunan undir at menna tænastur á Vanganum, so teir gott 2.100 borgararnir í kommununi trygt og lætt kunnu avgreiða síni viðurskifti á einum stað, skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðuna.

Framanundan er avtala um samstarv eisini gjørd við Nes kommunu og Tórshavnar kommunu.

Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda tænastur til borgarar, vinnuna og almenna geiran í Føroyum. Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til verkætlanina, sum hevur sum stevnumið at talgilda allar Føroyar í árununum 2015 til 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder