Innanlands

Eysturkommuna fær ferðamannaskip á vitjan á fyrsta sinni

Talan er um eitt minni ferðafólkaskip - eitt expedition ship - sum kemur inn á Gøtuvík í 2026. Umboð fyri Eysturkommunu vóru á Seatrade Europe-ráðstevnuni fyri at knýta fleiri sambond

Astrid Johannessen, mentanar- og ferðavinnusamskipari og Ruth Absalonsen, verkætlanarsamskipari luttóku á Seatrade Europe fyri Eysturkommunu (Mynd: eysturkommuna.fo)

Astrid Johannessen, mentanar- og ferðavinnusamskipari og Ruth Absalonsen, verkætlanarsamskipari luttóku á Seatrade Europe fyri Eysturkommunu (Mynd: eysturkommuna.fo)

2025-09-16 17:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eysturkommuna: Í farnu viku hava umboð frá Eysturkommunu luttikið á cruise-ráðstevnuni Seatrade Europe í Hamborg.

Í fjør fór Eysturkommuna undir at arbeiða miðvíst við at fáa minni ferðafólkaskip, eisini nevnt expedition ships, inn á Gøtuvík. Hetta arbeiðið tekur tíð, men úrslitini eru longu at hóma fyri framman. Í 2026 hevur eitt skip boðað frá, at tey ynskja at vitja í kommununi – og møguliga eru fleiri á veg.

Ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri vitjanir á Gøtuvík er at luttaka á ráðstevnum sum hesari. Har verða sambond knýtt við reiðarí og onnur týðandi samstarvsfólk.

Eysturkommuna og aðrar føroyskar havnir hava í felag bás undir heitinum Cruise Faroe Islands.

Sí eisini: Vágs kommuna vil hava fleiri ferðamannaskip

- Aðalmálið við hesum arbeiðið er at stuðla undir menning av ferðavinnuni í kommununi, eitt nú at samskipa ferðavinnuveitararnar í kommununi enn betur og at geva hesum betur kor og størri inntøkumøguleikar. Uppá henda hátt skapa vit nýggjar møguleikar og tilboð í kommununi, sum gagna bæði eysturbúgvum og ferðafólkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder