Innanlands

Eysturkommuna sett nýggjan rakstrarleiðara fyri tekniska økið

Eysturkommuna hevur sett John Høgnesen í starv sum rakstrarleiðari yvir tekniska økinum í kommununi

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2019-04-15 08:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eysturkommuna hevur sett John Høgnesen í starv sum rakstrarleiðari yvir tekniska økinum í kommununi.

John Høgnesen er útbúgvin maskinmeistari og hevur siglt í nógv ár. Seinasta árið hevur hann starvast hjá kommununi sum vatnmeistari. Hann er ættaður úr Leirvík og býr í Norðragøtu.

Rakstrarleiðarin hevur, undir leiðslu av tekniska leiðaranum, ábyrgd av at leggja til rættis, samskipa og leiða arbeiðið hjá arbeiðsbólkunum, og skal samstundis tryggja at arbeiðini verða framd innan ásettar karmar, skrivar kommunan.

Høvuðsábyrgdarøkini eru: drekki- og spillvatn, vegir og gøtur, havnaløg og bátahylar, bygningar, fríøki og fríðkan, ítróttarøki og spælipláss, og maskinur og amboð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder