Innanlands

Eysturoyartunnilin: Eingin framgongd við innkomuvegnum til Havnar seinastu mánaðirnar

Jørgen Niclasen sigur í svarið uppá fyrispurning frá Heðini Mortensen, at sitandi landstýrið ikki hevur havt samráðingar við Tórshavnar kommunu um innkomuvegin, sum skal gerast í stigum

Eysturoyarmegin sær gott út, men frá tunnlinum til høvuðsstaðin er óvissa um, hvussu leingi arbeiði fer at taka

Eysturoyarmegin sær gott út, men frá tunnlinum til høvuðsstaðin er óvissa um, hvussu leingi arbeiði fer at taka

2019-11-26 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í svari til grein 52 fyrispurningin kemur fram at tað er óvist, nær innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum til Havnar verður liðugur.

Seinastu mánðirnar er einki hent á økinum, og orsøkin er, at landstýrið hevur ikki tingast við Tórshavnar kommunu um málið. Hetta hevur fíggjarmálaráðharrin, Jøgren Niclassen sagt í svarið uppá fyrispurning frá Heðini mortensen.

- Ætlanin er at gera innkomuvegin lidnan í stigum, so hvørt sum ferðslutrýstið ger tað neyðugt. Tí ber illa til at siga, nær innkomuvegurin verður heilt liðugur, sigur Jørgen Niclasen.

Játtanin til verkætlanina í 2019 er bert 1 milliónir kfrónir, meðan 5 milliónir krónur eru fluttar frá undanfarnum árum, upplýsir Jørgen Niclasen, sum í svarinum finnst at arbeiðinum hjá undanfarnu samgongu í málinum. Hann skrivar, at hendan samgongan í roynd og veru byrjar av nýggjum viðvíkjandi innkomuvegnum til Havnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder