Innanlands

Eysturoyartunnilin letur møguliga ikki upp fyrr enn tíðliga í 2021

Hetta sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/f Eystur- og Sandoyartunlum, við útvarpið. Tað er arbeiðið at vatntryggja tunnilin, ið seinkar arbeiðinum

1. desember skuldi verða koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, men nú er ivamál um tíðarætlanin heldur (Mynd: Sverri Egholm)

1. desember skuldi verða koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, men nú er ivamál um tíðarætlanin heldur (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-07 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teitur Samuelsen sigur, at arbeiði at vatntryggja tunnilin, tekur longri tíð enn væntað, men at hetta er neyðugt fyri at Eysturoyartunnilin skal verða ein betri tunnil. 

Tað merkir, at arbeiðið merkir, at vatn sum seyrar niður gjøgnum grótið, verður leitt burtur, skrivar Kringvarpið.

Stjórin í Eystur- og Sandoyartunlunum sigur, at tað tað kann vera, at tað ikki verður fyrrenn í 2021, at tað veðrur koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin. 

1. desember varð annars tíðarásett sum dagurin, tá tunnilin skuldi takast í nýstlu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder