Innanlands

Eysturoyartunnilin stongdur

Eysturoyartunnilin var stongdur eina løtu seinnapartin, tí eldur kom í ein bil – Eingin fólkaskaði var, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2025-07-12 13:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturoyartunnilin er stongdur í løtuni.

Orsøkin er, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, at eldur kom í ein bil, men hann er sløktur nú, og tey gera klárt til at flyta bilin úr tunlinum.

Vaktleiðarin leggur afturat, at har var eingin fólkaskaði, og kann tunnilin væntandi lata uppaftur skjótt.

Dagførd kl. 14.15: Tunnilin er latin uppaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder