Innanlands

Eysturoyartunnilin stongdur vegna ferðsluóhapp

Ein perónbilur hevur rent á rundkoyringina. Hjálp er á veg á staðið - ein perónur var í bilinum. Tað er óvist, hvussu leingi tunnilin er stongdur fyri ferðslu

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2025-07-18 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein persónbilur hevur fyri lítlari løtu síðani rent á rundkoyringina inni í Eysturoyartunnlinum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, og sum vant verður eingin ferðsla í undirsjóvartunnlinum. eina løtu eftir slíkt óhapp.

Soloóhapp

Løgreglan fær ikki sagt nakað nærri um, hvørt tað er umfatandi fólkaskaði ella ikki.

Tó er ymisk hjálp á veg - løgreglan er longu á staðnum.

Í sambandi við óhappi er tunnilin stongur fyri ferðslu. Tað er óvist, hvussu leingi hetta er galdandi.

Útfrá upplýsinginum hjá løgregluni er talan um eitt sonevnt soloóhapp: Tað er ein bilur og eitt fólk í bilinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder