2025-07-13 09:51

Tað var helst ein leki úr einari oljuslangu, sum var orsøkin til, at eldur kom í ein bil í Eysturoyartunlinum í gjár, sigur løgreglan.
Hetta hevði við sær, at tunnilin varð stongdur í umleið ein tíma.
Tað var klokkan 12.45, at ein bilførari í Eysturoyartunlinum ringdi til løgregluna at boða frá, at hann sá neistar koma frá einum bili í tunlinum. Síðani kom eldur úr motorrúminum, men hann varð skjótur at sløkkja.
Eingin fekk nakran skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald