Tað var operakent, tá JJ bergtók í Basel. "Wasted Love" var vakur, inniligur og serstakur og hóskaði eisini væl til stóra pallin. Sjálv pallsetingin hevur heilt víst eisini gjørt mun.
24-ára gamli eysturríkarin hevur eina mammu úr Filipsoyggjunum og borgarliða navnið Johannes Pietsch. Nú er JJ kendur kring Evropa og aðrastaðni.
Hann fekk tólv stig frá fleiri dómsnevndunum. Eysturríki lá harvið á odda við 258 stigum eftir atkvøðurnar frá teimum 39 dómsnevdunum,
Sveis var í hølinum - 44 stig aftanfyri - men tað kom sum ein skelkur í St. Jakobshalle, at vertirnir als einki stig fingu frá hyggjarunum. Stilli sangurin uttan nógv virksemi á pallinum hóvaði týðiliga betri teimum, sum hyggja nærri eftir sjálvum tí tónlistarliga.
Stórabretland fekk, annað árið á rað og fyri triðju ferð uppá fimm ár, einki stig frá hyggjarunum. Tíverri varð Sissal triðniðast á hesum listanum við bert tveimum stigum frá hyggjarunum
Hesum feilti einki hjá JJ. Ísrael hevði yvirhálað, men tað var samanumtikið eingin ivi, tá atkvøðurnar frá evropeisku hyggjarunum komu at enda: 178 stig og harvið eitt trygt samanlagt fyrsta pláss hjá Eysturríki.
Endaliga úrslitið - heldur óvæntað var Svøríki heilt niðri á 4. plássi men tó greitt besta norðanlandi. Sissal og Danmark endaði nummar 23, og er hetta besta avrikið hjá Danmark síðani 2019
Ein ógvuliga rørdur Pietch (JJ) kundi fegnast, og millum annað var Sissal Jóhanna skjót yvir at hálvsfevna hann. Tey bæði eru vorðin vinfólk upp til Eurovision.
Síðani kundi JJ aftur framføra Wasted Love og verða fagnaður í St. Jakobshalle. Í sinnisrørslu minti sangarin við klassiskari opera-venjing áhoyrarar á, at "kærleiki er tann sterkast kenslan, sum er - og at neyðurt er at fáa hana ofta fram".
- Tit hava syrgt fyri, at mínir dreymar gingu út, segði hann eisini eftir sigurin
Hetta var triðju ferð, at Eysturríki vann Eurovision. Fyrstu ferð var í 1966, tá Udo Jürgens vann við "Merci Charlie". Í 2014 vann Conchita Wurst við "Rise Like A Phoenix" í Danmark.
Harvið verður Eurovison 2026 í Eysturríki - helst í stóra tónleikabýnum Wien.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald