2025-11-14 17:03
Í 2024 vóru tapini hjá føroysku bankunum av útlánum til vinnukundar 0,3% av samlaðu útlánunum.
Tap av útlánum til húsarhald eru lægri, enn til vinnukundar. Tapini av útlánum til húsarhald vóru 0,1% í 2024.
![]()
Upphæddin, sum føroysku bankarnir tilsamans hava sett av til møgulig tap av útlánunum til vinnukundar í 2025 svara til 3,5% av útlánunum, og møgulig tap av hesum útlánum í 2025 vísa seg ikki fyrr enn í komandi árum.
![]()
Fyri húsarhaldini hava peningastovnarnir sett 0,9% av ímóti tapi burturav samlaðu útlánunum í 2025.
Landsbanki Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald