Innanlands

Fáa ein eyka tíma í nátt

Í nátt verður farið yvir aftur til vetrartíð - ella vanliga tíð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-10-25 17:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru vit komin inn í seinasta vikuskifti í oktober, og tað merkir, at summartíðin er komin at enda.

Síðan 1996 hava føroyingar á hvørjum ári flutt klokkuna fram seinasta sunnudag í mars, og aftur seinasta sunnudag í oktober, samstundis sum ES-londini, og tað er framvegis galdandi.

Tí verður klokkan, tá hon verður tvey í nátt, flutt ein tíma aftur, til klokkan eitt, og sostatt fáa vit ein tíma eyka í nátt.

Tað hevur verið nógv kjak um summartíð og vetrartíð seinastu árini, og spurnartekin hevur verið sett við, um vit eiga at halda fram at flyta klokkuna tvær ferðir um árið. Men líkt er ikki til, at hetta verður broytt í næstum.

Ein kunngerð, sum landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen lýsti í februar 2024, ásetur, at klokkan framvegis skal flytast síðst í mars og síðst í oktober til og við 2028.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder