Innanlands

Fáa nógvar fráboðanir um bilar uttan nummarplátur

Tað er nærum hvønn dag, at løgreglan fær fráboðanir um bilar, sum standa á almennum støðum uttan nummarplátur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-19 09:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan fær nógvar fráboðanir um bilar uttan nummarplátur, sum standa parkeraðir á almennum støðum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað hendir nærum hvønn dag, at fólk melda bilar uttan nummarplátur, og fráboðanir koma úr øllum landinum.

Kemur løgreglan fram á ein bil uttan nummarplátu, sum stendur á einum almennum staði, seta tey seg í sambandi við eigaran fyri at fáa bilin fluttan. Flytir eigarin ikki bilin sjálvur innan 48 tímar, syrgir løgreglan fyri, at hann verður fluttur fyri eigarans rokning.

Sum oftast er talan um bilar í sera ringum standi.

Løgreglan hevur eitt øki, har bilarnir verða fluttir, men løgreglan sær helst, at eigarin sjálvur syrgir fyri at fáa bilin fluttan, har hann skal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder