Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ætlar komandi skúlaár at seta í verk eina viku vetrarfrí í fólkaskúlanum.
Ferian skal verða í viku sjey á hvørjum ári, og er ætlanin, at hon skal vera galdandi í eini royndartíð í trý ár, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
– Landsstýrismaðurin hevur havt fund við Føroya Lærarafelag, Felagið Heim og skúla, Skúlaleiðarafelagið, Kommunufelagið og Pedagogfelagið, har henda ætlan varð umrødd.
– Uppskotið er nú sent út til allar skúlaleiðslur t.v.s. skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstilærarar og einalærarar, umframt øll næmingaráð kring landið, soleiðis, at eisini hesi fáa høvi til at siga sína hugsan um ætlanina.
Hoyringsfreistin er 6. oktober, og hoyringsskrivið sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald