Innanlands

FabLab: Fleiri enn 1.100 hjálmagluggar eru framleiddir

FabLab er í Vági og á Kambsdali. Hjálmaglugga fara til nógv ymiskt støð í samfelagnum

Í gjár fóru umleið 350 hjálmagluggar út - nýggi optikarin í Vági, Tóki Brattalíð, hevur fingið ein (Mynd: Vágs kommuna)

Í gjár fóru umleið 350 hjálmagluggar út - nýggi optikarin í Vági, Tóki Brattalíð, hevur fingið ein (Mynd: Vágs kommuna)

2020-04-23 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri góðum tveimum vikum síðani fóru FabLab í Vági og FabLab í Kambsdali undir at framleiða útgerð fyri at hjálpa í mun til smittuverju. Talan er um sonevndar hjálmagluggar, sum kunnu verja millum annað starvsfólk ímóti at blíva smittaði av korona.

Tina Grønbech Tausen er leiðari á FabLab í Vági. Fyri heimasíðuni hjá Vágs kommunu greiður hon frá, at taå hesar vikurnar eru gjørdir fleiri enn 1.100 hjálmagluggar í Føroyum, og bara í gjár fóru umleið 350 hjálmagluggar út frá FabLab í Vági og FabLab á Kambsdali.

Sjúkrahúsverki og eisini millum annað koyrilærarar hava fingið gleði av hjálmunum: 

- Vit hava framleitt hjálmagluggar til eina røð av fyritøkum og stovnum - alt frá koyrilærarum til vælveru-klinikkir av ymiskum slagi, til trolarar, og vit hava eisini framleitt hjálmagluggar til Sjúkrahúsverk Føroya.

Í Danmark framleiða FabLab’ini bara til heilsustarvsfólk, men í Føroyum varð eitt miðvíst val tikið, tí tey vilja eisini virkað fyri at samfelagið so við og við kann latast meir upp í tráð við tilmælini frá myndugleikunum, greiðir Rina Grønbech Tausen frá.

Umframt á FabLab í Vági og FabLab í Kambsdali, so verða hjálmagluggar eisini framleiddir av privatum, sum eiga 3D-prentara, skrivar Vágs kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder