Innanlands

FabLab Vágur latið upp fyri almenninginum

Hósdagin var hátíðarløta í Vágs Skúla – FabLab Vágur er nú opið fyri almenninginum mánadagar og hósdagar

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2020-09-26 13:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Upprunaliga ætlanin var, at FabLab í Vági skuldi lata upp fyri almenninginum í vár, men hesum forðaði korona fyri. Fyrradagin varð tó endiliga latið upp.

Í hesum sambandi var hátíðarløta í skúlahøllini í Vágs Skúla hósdagin.

John Henrik Holm, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi frá søguni hjá FabLab í Vági, sum byrjaði við stórfingnari gávu frá íslendaska parinum Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson. Margrét er vaksin upp í Ólafsvík, men hevur røtur úr Vági. Abbi hennara, Sivar Hjelm, varð føddur í Vági 21. desember í 1915, men flutti til Íslands sum 12 ára gamal saman við mammu síni og stórum systkinahópi.

Síðani fyrstu gávuna úr Íslandi hevur FabLab Vágur eisini fingið fleiri aðrar gávur frá Margrét og Ásbjørn, skrivar Vágs kommuna.

Stórfingnu gávurnar úr Íslandi hava eisini ført við sær, at kommunan hevur raðfest hetta økið høgt og eru nýggj hølir gjørd til FabLab Vágur, umframt at ymisk útgerð eisini er keypt. Vágs kommuna setti eisini Tinu Grønbech Tausen í starv sum leiðari av FabLab Vágur.

Skúlastjórin sendi eisini eina heilsu til Margrét og Ásbjørn, sum orsakað av korona-støðuni, ikki fingu verið við til hátíðarhaldið.

Áðrenn farið varð til rundvísning í FabLab Vágur, greiddi Tina Grønbech Tausen, leiðari, frá hvat eitt FabLab er og hvørjar ætlaninar eru við FabLab Vágur.

FabLab er ensk stytting av Fabrication Laboratory. Við øðrum orðum er talan um eitt verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks. FabLab eru um allan heim, og eru tey vanliga útgjørd við áleið somu útgerð og eru tað eisini krøv til útgerðina, fyri at gerast eitt altjóða góðkent FabLab.

FabLab í Vági varð í februar góðkent sum eitt altjóða góðkent FabLab, og varð hetta 2. góðkenda FabLab í Føroyum, hitt er á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Umframt at verða eitt framúr gott tilboð til skúlanæmingar í Vágs Skúla, so verður FabLab Vágur eisini opið fyri almenningum og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja og brúka FabLab, greiddi Tina frá. Tað er ókeypis at brúka FabLab, men brúkarin kemur tó at rinda fyri evt. tilfar, sum verður brúkt.

Upplatingartíðirnar í FabLab Vágur eru hesar:

Mánadagar: Kl. 8.00 – 15.00

Hósdagar: Kl. 13.30 – 19.30

Drop by (aðrir dagar) eftir avtalu

FabLab Vágur er í Vágs skúla, inngongdin er á vestaru síðu við niðangongdina millum Vágs Skúla og Vágs kirkju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder