Fyrstu fimm mánaðirnar í ár doyðu 143 føroyingar. Tað framgongur av seinastu dagføringini hjá Hagstovuni yvir fólkatalið í Føroyum, sum er galdandi til og við mai mánað.
Hetta vísir, at nógv færri fólk eru deyð í Føroyum hesa tíðina vit hava verið rakt av heimsumfatandi farsótt – ta álvarsligastu í mannaminni.
Tí 143 føroyingar er lutfalsliga nógv minni, enn ein kundi vænta. Helst skyldast minkaða deyðstalið tey fyrilit, sum føroyingar tóku undir farsóttini um at halda frástøðu og gera sær ómak við reinføri. Tað er eisini ein sannroynd, at nógv færri fólk hava verið rakt av umfarssjúkum annars, meðan landið hevur verið í undantaksstøðu vegna korona.
Seinastu trý árini er fólkatalið við ársbyrjan vaksið frá 50.475 í 2018 til 52.149 við ársbyrjan í ár.
Kortini er talið av deyðum hesi árini minkað.
Í 2018 doyði 176 fólk fimm teir fyrstu mánaðirnar, í miðal 35,2 um mánaðin, í fjør doyðu 175, tað er 35 í miðal um mánaðin, men í ár doyðu ”einans” 143 í mánaðunum januar, februar, mars, apríl og mai, og tað er 28,6 føroyingar í miðal um mánaðin, altso ein markant munandi minking.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár doyðu ávikavist 31, 24 og 30 føroyingar. Hetta er væl færri enn somu mánaðir í 2018 og 2019. Í apríl í ár doyðu 40, sum er væl hægri enn árini frammanundan. Men í mai vórðu bert 18 skrásett føroysk andlát sambært Hagstovuni, sum má metast at vera óvanliga lágt.
Vanliga verður sagt, at tað doyr gott ein føroyingur um dagin.
Hagstovan dagførir hagtølini fyri fólkatalið aftur í komandi viku, tá juni mánaði verður tikin við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald