Innanlands

Færri doyggja meðan koronan herjar

Talið av deyðum føroyingum síðan mars er lækkað við 14 prosentum í mun til í fjør

Kanska økta reinførið er orsøk til, at færri doyggja í ár enn undanfarin ár (Savnsmynd)

Kanska økta reinførið er orsøk til, at færri doyggja í ár enn undanfarin ár (Savnsmynd)

2020-09-22 10:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað doyggja munandi færri fólk í ár, enn tað gjørdi í fjør. Hetta kann tykjast undarligt, tá hugsað verður um, at ein vandamikil umfarssótt herjar heimin.

Men kanska er tað júst tí. Kanska, og helst, er tað tí, at vit ansa so væl eftir við reinføri og fjarstøðu, at talið á deyðum í Føroyum er fallið markant.

Vit hava hugt eftir hagtølunum frá Hagstovuni yvir deyð frá mars mánaði og frameftir, og sammett tey við árini frammanundan.

Í tíðarskeiðinum mars til og vil juli í ár doyðu 152 fólk í Føroyum, í miðal 30,4 fólk um mánaðin.

Tilsvarandi tíðarskeið í 2019 doyðu 176 fólk, svarandi til 35,2 um mánaðin og í 2018 159, svarandi til 31,8 í miðal.

Sostatt er talan um eina minking á 14 prosent í mun til talið á deyðum í fjør og á 4 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2018.

Í ár doyðu 30 fólk í mars mánaði, í apríl doyðu nakað fleiri, 40 í tali, men í mai doyðu óvanliga fá, einans 18 fólk. Í juni og juli doyðu ávikavist 34 og 30.

Enn eru hagtølini fyri august ikki tøk á hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni. Sum kunnugt rakti ein nýggj bylgja av korona í august. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder