Uttanlands

Færri ferðafólk vitja Grønland

Ísland fær skuldina – minkandi talið av ferðafólki til Keflavíkar smittar av á ferðsluna til Grønlands

Flest ferðafólk til Grønlands ynskja at vitja ísfjørðin við Ilulissat (Mynd: visualhunt.com)

Flest ferðafólk til Grønlands ynskja at vitja ísfjørðin við Ilulissat (Mynd: visualhunt.com)

2019-10-07 17:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir fleiri ár við vaksandi ferðafólkatali, eru tað nú færri útlendingar, sum vitja Grønland.

Sermitsiaq skrivar, at fyrstu átta mánaðirnar komu 62.134 ferðafólk uttanríkis til Grønlands, og hetta eru 813 færri enn fyrstu átta mánaðirnar í 2018.

Og hetta hóast Air Greenland hevur havt ein lítlan vøkstur í sínum ferðafólkatali hetta sama tíðarskeiðið, skrivar Sermitsiaq.

Orsøkin skal tí finnast í Íslandi, har eitt nú lágprísfelagið WOW Air mátti støðga og harvið minkaði talið av útlendskum ferðafólkum til Keflavíkar viðyvir 13 prosentum.

Færri ferðafólk í Íslandi fær tí ávirkan á flúgvingina serliga millum Ísland og Grønland, skrivar blaðið.

Ilulissat er enn sum áður mest vitjaða staðið í Grønlandi. Sambært Visit Greenland er Ilulissat fult bókað sum ferðamannamál, og tí er uppgávan at lata eyguni upp fyri øðrum møguleikum at vitja Grønland. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder