
Summar Festivalurin hevur 160 pláss tøk til kampingvognar
Vanliga eru nógvir kampingvognar og bátar á Summar Festivali í Klaksvík. Roknað verður við, at soleiðis verður eisini í ár.
Summar Festivalurin boðar nú frá, at 160 pláss til campingvognar nú eru tøk. Plássini eru á fimm ymiskum økjum í býnum – í Klaksvíksgarðinum, á Stongunum, við Føroya Bjór, á stadionøkinum og við Norðborg.
Umbyggingar í býnum gera, at nakað færri pláss enn vanligt eru tøk í løtuni. Møguliga verða gjørligt at finna onkur einstøk pláss afturat seinni, siga fyriskipararnir.
Kampingplássini til Summar Festivalin 2025 verða sett til sølu týskvøldið kl. 21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald