Tað fer at kosta Tórshavnar kommunu áleið eina hálva milliard krónur at byggja hølir, um færri næmingar skulu vera í hvørjum flokki.
Hetta sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, við KVF
Sambært Heðini Mortensen fer hetta at geva høvuðsstaðarkommununi eina røð av trupulleikum. Hann fýlist á, at landsstýrismaður í skúlamálum, ikki hugsar um fíggjarligu byrðurnar, sum hetta fer at geva.
Hóast fyrireikingarnar ikki eru lidnar, ætlar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, at í mesta lagi 20 næmingar skulu vera í hvørjum flokki í skúlaárinum 2024/25.
Í januar varð ein frágreiðing handað Djóna, um trivnað hjá føroyskum børnum. Eitt av tilmælinum var, at minka um flokkarnar, soleiðis at færri børn eru í hvørjum flokki. Hetta kann tískil skapa betri trivna, hóast tað verður dýrt hjá kommununi at reka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald