Tá ið freistin at søkja lærarastarv í Skúlanum á Fløtum var úti fyri eini viku síðan, vóru 42 umsóknir komnar, harav 38 skikkaðar. Hetta er heldur færri samanborið við í fjør. Orsøkin til tað er, at nú verða fleiri lærarar settir í fast starv, og tí eru færri leyst størv at seta.
Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðuni.
- Vit síggja í ár, at tey, ið vanliga søkja starv í nógvum skúlum, ikki søkja í ár. Starvsfólkanormeringin í okkara skúla er farin upp við 8 føstum størvum síðstu tvey árini, men starvsfólkatalið er tað sama. Gongin er tann, at tað eru munandi fleiri føst størv samanborið við tíðaravmarkað. Í ár eru 4 tíðaravmarkað størv at søkja, samanborið við 11-12 fyri tveimum árum síðan.
- Leysu størvini eru fyri tað mesta niðurskurður; tað vil siga fyri lærarar, sum av ymsum orsøkum arbeiða niðursetta tíð; tað kann vera lærarar eldri enn 60 ár, sum arbeiða niðursetta tíð, lærarar undir eftirútbúgving, lærarar sum arbeiða færri tímar av heilsuávum og so framvegis, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri, við Skúlablaðið.
Skúlin á Fløtum fær vanliga nógvar umsóknir til størvini, ið verða lýst. Hvør orsøkin er til tað, kunnu vit bara hugleiða um.
Sama gongd sum í Skúlanum á Fløtum síggja tey í Runavíkar kommunuskúla.. Har fingu tey eisini væl færri umsóknir í ár, skrivar Skúlablaðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald