Uttanlands

Færri verða innløgd í Danmark

Níggjunda dagin á rað fellur talið av innleggingum við koronasmittuni í Danmark.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-04-10 14:59 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Eftir fleiri dagar á rað við fallandi talið av innleggingum í samband við koronasmittuna í Danmark, er góð orsøk til bjartskygni. Tað týðir uppá, at tað ringasta er farið framvið.

Tað heldur Allan Randrup, ið er professari í royndar virusfrøði á Københavns Universitet.

“Eg haldi at tað sær rættiliga gott út. Tað týðir uppá at vit eru farin framvið toppin” sigur hann við DR.

Allan Randrup leggur eisini dent á, at tað eru umráðandi at fylgja gongdini væl nú skúlarnir lata upp aftur eftir páskir.

Talið av innleggingum í Danmark er fallið níggju dagar á rað. Tilsamans eru 401 innløgd á sjúkrahús við koronasmittuni í Danmark, harav eru 113 á intensivu deild.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder