G! Festivalurin snýr seg heilt vist um tær stóru tónleikaupplivingarnar. Og ikki minst um at gleða seg til tær. Og hóast framúrskarandi framførslurnar hjá Rag’n’Bone Man og Swangah eru farnar afturum, hava fólk ríkiligt at gleða seg til í kvøld og komandi dagarnar.
Alt tað er tó bara helmingurin. Tí G! snýr seg eisini um alt hitt: loynikrókarnar og smáu, inniligu tónleikaframførslurnar, at eta góðan mat, kava í saltan sjógv, jolla sær í heitum pottum, sóla sær, njóta gypsy-tónleikin og stemningin undir tekjunum í sølubásunum, klippa ella raka sær hjá festival-frisørinum, ganga seg inná eitt spontant ball í hoyggjhúsinum og mangt mangt annað.
Alt er onkursvegna á skránni í dag. Ikki minst tí veðrið er av tí fagrasta. Lyon hevur havt eina einastandandi hugtakandi og intima mini-framførslu í Töting.
Frálíkir tónleikabólkar sita í privatum gørðum og njóta skýfría himmalin og stemningin í Syðrugøtu, áðrenn teir trína inn á pallarnar í kvøld.
Eisini Norðlýsið er júst nú vorðið partur av vakru myndini í Gøtuvík, har alt uttan vindurin rørir seg.
Hetta er manna fyri sál og likam. Tørvar tær prógv, so kom ein túr á G! og hygg inn í eitthvørt andlit. Tí har stendur alt at lesa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald