Innanlands

Fakfelagssamstarv hevur týdning

Tvey stór norðurlendsk feløg fyri flutningsarbeiðarar vitja í Føroyum

Frá vinstru Jan Højgaard, Christer Norfall, Karsten Kristensen og Ole Christensen (Mynd: Fiskimannafelagið)

Frá vinstru Jan Højgaard, Christer Norfall, Karsten Kristensen og Ole Christensen (Mynd: Fiskimannafelagið)

2023-06-27 12:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Felags áhugamál vóru á skránni, tá umboð fyri tvey stór norðurlendsk flutningsarbeiðarafeløg í gjár vitjaðu hjá Føroya Fiskimannafelag.

Talan er um Christer Norfall frá Nordisk Transportare Federationen, NFT í Svøríki, og Karsten Kristensen og Ole Christensen frá 3F Transportgruppen í Danmark.

Teir hava eisini havt fundir við onnur fakfeløg umframt ein longri fund við Føroya Fiskimannafelag um felags áhugamál.

Norðurlendsk fakfeløg hittast javnan á ráðstevnum. Fyrr í mánaðinum var formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, á stórari ráðstevnu í finska høvuðsstaðnum, Helsinki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder