Í 2004 bleiv ásett, at útgjaldið úr barsilsskipanini skuldi verða í mesta lagi 25.000 krónur, og í 2023, nærum 20 ár seinni, er útgjaldið úr barsilsskipanini enn í mesta lagi 25.000 krónur, og hetta kunnu vit ikki bjóða foreldrum, siga Samverk og Føroya Handverkarafelag
Tað eigur ikki at verða ein fíggjarligur smeitur at blíva foreldur, siga fakfeløgini, sum vísa á, at um útgjaldið úr barsilsskipanini hevði fylgt lønarvøkstrinum, átti gjaldið nú at verið um 40.000 krónur.
– Sama gjald sum fyri 20 árum síðan. Hetta er ikki livikor, vit sum samfelagið eiga at bjóða foreldrum. Um útgjaldið úr barsilsskipanini hevði fylgt lønarvøkstrinum, átti hettar gjald í dag at verið um 40.000 kr. Her hevur politiski mynduleikin sovið í tímanum.
– Vit sum samfelag burdu skipa okkum soleiðis, at foreldur blivu fagnaði og givið teimum ein blíðan start uppá foreldratilveruna. Framtíðin hjá Føroyum er bundin at, at tað verða fødd nógv børn í Føroyum.
Skotið hevur verið upp at hækka útgjaldið úr barsilsskipanini við 2.-3.000 krónum um mánaðin, men hetta halda fakfeløgini ikki vera nøktandi.
– Lønarvøksturin hesi seinastu 20 árini hevur verið yvir 53%. Hækkingin úr Barsilsgrunninum hettar sama tíðarskeið er 0,0%. Tilmæli frá Samverk og Føroya Handverkarafelag er tí, at hægsta barsilsgjaldið hækkar til í minsta lagi til 40.000 kr. um mánaðin. Hækkingin eigur at vera longu frá 1.1.2024, og so má gjaldið til barsilsskipanina setast hareftir.
Fakfeløgini mæla eisini til, at útgjaldið framyvir verður regulerað eftir einum útvaldum lønarkarmi.
– Fyri at umganga, at gjaldið á í mesta lagi 40.000 kr., aftur kemur at hanga fast tey næstu 20 árini, eigur útgjaldið úr barsilsskipanini blíva regulerað eftir einum útvaldum lønarkarmi á arbeiðsmarknaðinum. T.d. um lønarkarmurin er 3,5%, so hækkar útgjaldið úr barsilsskipanini við 3,5%. Við einari slíkari skipan verður tryggjað, at útgjaldið úr barsilsskipanini ongantíð aftur verður afturút silgt.
– Tað eigur ikki at verða av fíggjarligum ávum, at komandi foreldur velja Føroyar frá ella frávelja at fáa sær fleiri børn. Við einari góðari barsilsskipan, so er sannlikindini eisini nógv størri fyri, at føroyingar velja Føroyar til ístaðin fyri at velja Føroyar frá. Latið okkum saman taka lógvatak fyri, at fáa hettar avgreitt longu nú í heyst. Tað er tað einasta virðiliga fyri komandi foreldur í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald