Síðan 4. mai hava øll ferðafólk, sum koma til Føroya fingið ein faldara við kunning um tilmælini í Føroyum viðvíkjandi sóttarhaldi og øðrum í sambandi við korona.
Í faldarinum verður kunnað á trimum ymsum málum: føroyskum, donskum og enskum.
Faldarin til ferðandi er nú dagførdur, soleiðis at hesin samsvarar við tey tilmæli, sum í løtuni eru galdandi, skrivar corona.fo.
Ferðandi sum koma til Føroya úr loyvdum londum eiga framvegis at fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt. Vanliga er kanningarúrslitið tøkt sama kvøld og í seinasta lagi dagin eftir á middegi.
Nú verður eisini mælt til, at ferðafólk lata seg kanna á sætta degi, og verður heitt á tey um at vísa serligt varsemi, til seinna kanningarúrslitið er tøkt.
Dagførdi faldarin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald