Innanlands

Falkon fer at byggibúgva setahúsagrundøki við Høganesvegin

Talan er um fýra grundøki, sum eru ætlaði til sethús í tveimum hæddum, meðan fýra eru til sethús við einari hædd, skrivar Nes kommuna

Avtalan varð undirskrivað av Súna í Hjøllum, borgarstjóra, og Jóhan Berg, stjóra í Falkon (Mynd: Nes kommuna)

Avtalan varð undirskrivað av Súna í Hjøllum, borgarstjóra, og Jóhan Berg, stjóra í Falkon (Mynd: Nes kommuna)

2025-09-29 17:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nes kommuna gjørdi í síðstu viku avtalu við Falkon um at byggibúgva átta sethúsagrundøki við nýggja partin av Høganesvegnum, sum Falkon júst hevur longt við 180 metrum.

Avtalan varð undirskrivað av Súna í Hjøllum, borgarstjóra, og Jóhan Berg, stjóra í Falkon.

Talan er um fýra grundøki, sum eru ætlaði til sethús í tveimum hæddum, meðan fýra eru til sethús við einari hædd, skrivar Nes kommuna.

Grundøkini verða eftir ætlan liðug tíðliga komandi vár, men verða boðin til sølu seinni í heyst.

Grótið til longda Høganesvegin er fingið til vega úr lendinum oman fyri verandi veg. Grótið til sethúsagrundøkini verður eisini tikið haðani, so tað er stutt at flyta.

Oman fyri vegin verður eitt 3-4000 fermetrar stórt grundøki, sum komandi vár fer at verða boðið út til íbúðarbygging.

Hendan samlaða verkætlanin við Høganesvegin er enn ein roynd hjá Nes kommunu at skapa karmar fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.

Seinastu árini eru fleiri nýggj sethús bygd í økinum, og fleiri eru ávegis. Fyri stuttum hevur KBH eisini bygt seks randarhús við Høganesvegin, skrivar Nes kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder