Innanlands

Fara aftur í kirkju sunnudagin

Nú størri tiltøk aftur kunnu fyriskipast við áskoðarum, verður mett, at tað er ráðiligt at fara í kirkju aftur komandi sunnudag, 13. juni, boðar Fólkakirkjan frá

Havnar kirkja (Savnsmynd)

Havnar kirkja (Savnsmynd)

2021-06-11 08:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði landsstýrið frá, at vit lata varisliga uppaftur. Hetta merkir m.a., ítróttatiltøk og onnur størri tiltøk kunnu fyriskipast við áskoðarum, um neyðuga frástøðan kann tryggjast, og tí boðar Fólkakirkjan nú frá, at farið verður aftur í kirkju.

Mett verður, at farast kann aftur í kirkju komandi sunnudag, 13. juni, skrivar Fólkakirkjan.

Fólkakirkjan heldur seg til almennu tilmælini, og víst verður til galdandi tilmæli, sum eru boðað frá í skrivi til kirkjuráðini og sóknarprestarnar dagfest 16. apríl 2021, skrivar kirkjan á heimasíðuna

Les eisini: Størri tiltøk kunnu haldast aftur - ítróttur við áskoðarum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder