Innanlands

Størri tiltøk kunnu haldast aftur - ítróttur við áskoðarum

Heilsufakligu myndugleikarnir halda tó ikki, tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið. Tilmælini eru í stóran mun tey somu, sum tey vóru undan seinasta hósdegi, men heitt verður á fólk um at kanna seg áðrenn óvanligt samband

Løgmaður hevur aftur sent almenna fráboðan út um koronustøðuna, og tosar enn einaferð um tøkini, ið eru tikin og skulu takast (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður hevur aftur sent almenna fráboðan út um koronustøðuna, og tosar enn einaferð um tøkini, ið eru tikin og skulu takast (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-10 14:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fráboðan fyri løtu síðani boðar Løgmansskrivstovan frá, at landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur, eftir at samfelagið enn einaferð á ymsan hátt fór niður í ferð fyri viku síðani:

- Vit halda tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Í hesari vikuni eru ellivu nýggir smittutilburðir staðfestir, og tamarhald tykist vera á smittuketunum.

Yvirskipað verður farið aftur til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan. Hetta merkir, at størri almenn og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Eisini verður mælt til, at ein kannar seg, áðrenn samband við fólk, ið ein vanliga verður saman við.

Boðað verður eisini frá, at ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum - tó undir skipaðum viðurskiftum. Hetta fer allarhelst at hava við sær, at kappróðurin byrjar leygardagin.

Tey seinastu boðini eru til náttarlívið, og tey eru ikki góð:

- Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder