![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Hóskvøldið 17. september skrivaðu Sp/f Búð og Eiðis kommuna undir sáttmála um keyp av lendi til íbúðarbygging. Talan verður um 6-8 ibúðir á Kolshjøllum (gamla kampingøkinum), sum verða klárar at taka í nýtslu í 2022.
Sp/f Búð eigur verkætlanina, møguleiki er tó fyri at verkætlanin verður gjørd í samstarvi við Bústaðir, skrivar Eiðis kommuna í tíðindaskrivi.
Tað var 25. juni, at freistin fór, at lata inn uppskot til íbúðarbygging á Eiði. Tilsamans komu tvey tilboð inn til bygdaráðið, sum mælti einmælt til at skriva undir sáttmála við Sp/f Búð.
– Tað hevur tikið nakað av tíð at fáa sáttmálan endaliga upp á pláss, men hesin er nú undirskrivaður. Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu, at vit kunnu bjóða fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum, sigur kommunan.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald