Nú verða stig tikin til eina ætlan, um at byggja leiguíbúðir Undir Hagabrekku í Skálavík. Tað skrivar borgarstjórin í Skálavík í tíðindaskrivi.
Ætlanin verður framd av privatari fyritøku, í samstarv við íbirtaran av ætlanini, Birgir Waag Høgnesen. Stigtakararnir hava sjálvir útvega sær lendi til ætlanina.
- Kommunan hevur leingi hugsað um møguleikan við íbúðum og at útvega størri byggiøki til sethús, men var ikki komin nakran veg enn. Kommunan kann ikki sjálv fara undir slíka íbúðarætlan, og tí gleðist eg um samstarvið við íbirtaran til hesa ætlan, sigur borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen.
Verkætlanin er sett at vera endaliga liðug um ólavsøkuleitið 2022.
Spennandi verkætlan
Borgarstjórin fegnast um verkætlanina, sum hann hevur vita um eina tíð, men ikki fyrrenn nú, er ætlanini komin so langt, at tosast kann alment um málið.
Talan verður um eina sera spennandi íbúðarverkætlan, sum fevnir um 10 til 12 nýggjar leiguíbúðir, við góðari staðseting og útsýni, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald