Mánanáttina vann danski filmurin "Druk" hjá Thomas Vinterberg eina Oscar-virðisløn fyri "Besta altjóða film", og nú verður farið undir eina amerikanska endurinnspæling av filminum.
Tað er Appian Way, filmsframleiðslufelagið hjá Leonardo DiCaprio, sum hevur keypt rættindini til "Druk".
Felagið stendur aftanfyri filmar sum "The Revenant", "The Wolf of Wall Street", og "The Aviator". Felags fyri teir er eisini, at Leonardo DiCaprio spælir høvuðsleiklutin.
Høvuðspersónurin í "Druk", er søgulærarin Martin, sum verður spældur av Mads Mikkelsen, og verður tað eisini Leonardo DiCaprio, sum fer at yvirtaka høvuðsleiklutin í "Druk".
Enn er ikki greitt, hvør fer at skriva handritið til filmin, ella hvør verður leikstjóri, men tað verður ikki Thomas Vinterberg, hóast hann hevur royndir við at leikstjórna filmar á eingilskum máli.
– Nú er filmurin í hondunum á besta sjónleikaranum, tú kann fáa, og umframt at vera ein framúr sjónleikari, hevur Leonardo DiCaprio eisini tikið nógvar klokar avgerðir á yrkisleið sínari, sigur Thomas Vinterberg við The Guardian.
Thomas Vinterberg leggur afturat, at hann er fullur av vón og forvitni um, hvat fer at henda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald