Innanlands

Fara at heiðra bjargingarmenninar

Føroya Fiskimannafelag fer leygardagin at heiðra teir fýra, sum bjargaðu ungum dreingi í Skopun um vikuskiftið

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2020-09-09 15:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bergur Hentze, Karstin Hentze, Jónsvein Thomsen og John M. Koytu Nicolajsen.

Tað eru nøvnini á teimum fýra, sum tíðliga sunnumorgunin í Skopun bjargaðu einum ungu dreingi, og sum Føroya Fiskimannafelag leygardagin fer at heiðra fyri bragdið.

- Eg haldi man skal geva teimum ein heiður, tá teir gera eitt sovorðið megnar arbeiði fyri okkara ungdóm. Ein ungur drongur fór á sjógv, og rak so mikið langt frá landi, at var tað ikki tað, at man hevði onkran av teimum skjóttgangandi bátunum, so hevði tað verið ein katastrofa fyri bygdina, sigur Sniálvur Røvilsberg, sýsluformaður hjá Fiskimannafelagnum í Sandoynni.

Boð vórðu beinanvegin send til løgregluna og MRCC, sum sendi tyrlu og bjargingarbátin Lív boð. Hetta gjørdist tó ikki neyðugt.

Teir fýra fóru út við útróðrarbátinum Boðaberg, og funnu dreingin millum hálvan ella trýkvart fjórðing úr landi og fingu hann upp í bátin, greiðir Sniálvur frá. Hetta var í evstu løtu.

Samkoma verður í neystinum leygardagin, og tað verður helst um tvey tíðina, upplýsir Sniálvur Røvilsberg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder