2021-09-19 10:08

Enn er ikki greitt, hvussu eldur kyknaði í einum húsum á Tvøroyri leygarmorgunin, men teknikarar koma úr Danmark at kanna málið.
Helst verður greitt einaferð seinni í komandi viku, hví eldur kom í, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Talan var um stóran eld, sum varð sløktur eftir hálvan tíma. Eingin fólkaskaði var, men húsini eru tó illa farin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald