Í ritstjórnini eru Álvur av Kák, Eydna Skaale, Borgny Súsanna Brünings-Hansen og Torbjørn Jacobsen. Hetta eru alt fólk, ið onkursvegna eru knýtt at og hava stóran áhuga fyri røðum og røðuskriving. Sólva Ziska Hvidbro er skrivari hjá ritstjórnini.
- Røður hava stóran mentanarligan og søguligan týdning. Ein røða gevur eitt innlit í eina ávísa støðu, har bæði virði, mentan og samtíð eru knýtt at. Við at savna saman nógvar røður ber til at síggja, hvussu føroyska samfelagið er flutt. Tað er eitt týdningarmikið innlit í okkum sjálv, sigur ritstjórnin.
Bæði Danmark, Noreg og Svøríki hava ígjøgnum drúgva tíð havt felagsskapir, sum savna røður saman og leggja tær út til almenna nýtslu. Tað er eisini redaktiónin í »Danske Taler«, sum nú hevur skundað undir at seta eina føroyska og eina grønlendska redaktión á stovn.
- Vit hava nógvar framúrskarandi røðarar í Føroyum. Vit hava ikki færri enn tveir føroyingar, sum seinastu árini hava vunnið prísin fyri Ársins røðu í Danmark. Røður eru ein sterkur partur av føroysku mentanini, so tað er natúrligt, at vit nú eisini fara undir at savna føroyskar røður, siga tey í ritstjórnini.
Innsavningararbeiðið byrjar nú alt fyri eitt - og heimasíðan »Føroyskar røður« verður ætlandi almannakunngjørd í fyrru hálvu av 2027 – frítt hjá øllum at nýta til íblástur, til gransking ella til áhuga.
- Vit heita á øll, sum fara at halda - ella sum nakrantíð hava hildið - eina røðu, um at senda okkum hana. Í fyrstu syftu eru allar røður vælkomnar, tí jú fleiri røður vit fáa inn um ymisk evni og úr ymsum tíðarskeiðum, jú meira fullfíggjað verður myndin, vit kunnu snikka saman, siga tey í ritstjórnini.
Røðurnar verða rættlisnar grammatiskt, áðrenn tær verða lagdar út – men stílur, orðaval og annað verða ikki broytt, so persónligu og tíðarmerktu eyðkennini verða varðveitt.
Hevur tú eina røðu ella fleiri, sum tú vilt lata føroyska røðusavninum, send tær so til [email protected]
Til ber eisini at fylgja Facebooksíðuni, sum eitur "Føroyskar røður".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald