1. januar 2021 kemur ein nýggj kunngerð í gildi, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv eitt skip kan larma.
– Vit tosa um at seta eitt markvirði fyri, hvussu nógv eitt skip kann larma, og tá siga vit ikki ljóðið í økinum men ljóðkeldan sjálv, t.v.s. hvussu nógvan larm kann eitt einstakt skip hava, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í kommunumálum, við Útvarpið.
Hann vísir á, at fólk skulu fáa frið at sova um næturnar, men at tað ikki ber til at hava púra ljóðleysar havnir.
– Um vit skulu hava arbeiði í Føroyum á havnalagnum, so kemur tað altíð at hoyrast, tá tað verður arbeitt, men samstundis er tað øgliga umráðandi at fólk fáa sovið í grannalagnum, sigur hann.
Hoyr innslagið her.
Les eisini: - Afturvendandi noyðast fólk av húsinum at sova undan larmi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald