Innanlands

Fara at telja grágæs komandi vikuskifti

Fuglakanningarstøðin hevur brúk fyri hjálp til at telja føroyska grágása-stovnin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-11-18 19:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi vikuskifti, 23.-24. november, skipar Fuglakanningarstøðin á Havstovuni fyri teljing av føroyska grágásastovninum.

Eins og við teljingini 24.-25. november 2018, er ætlanin at fáa talt samstundis í so stórum parti av landinum sum gjørligt. 

Endamálið við teljingini í november er at fáa tøl fyri, hvussu stórur partur av ferðandi grágásini steðgar á í Føroyum. 

Fyri at fáa so neyv tøl sum gjørligt, hevur Havstovan brúk fyri, at talt verður á so nógvum støðum sum møguligt samstundis. Tað vil siga, at tess fleiri, ið vilja hjálpa til við at telja, tess betri og meira eftirfarandi tøl fáa vit fyri føroyska grágásastovnin. 

Á heimasíðuni hjá Havstovuni sæst hvussu ein ger fyri at melda seg til at vera við fuglateljingini.

Allir teljarar fáa útflýggjað eitt teljiskjal og eina stutta mannagongd um, hvussu tað skal útfyllast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder