Miðbýurin í Havn ikki er gjørdur til nógva ferðslu og økta parkering. Pláss er heldur ikki at gera nýggj parkeringspláss.
Ein loysn, sum kundi loyst parkeringstrupulleikarnar í mong ár fram, er ein parkeringstunnil. Miðbýurin er eitt gamalt og trongt øki, sum upprunaliga ikki varð bygt til stóra ferðslu, eins og hædd als ikki varð tikin fyri parkeringsøkjum.
Tó er at siga, at í hesum lítla øki eru fleiri enn tveytúsund parkeringspláss, helmingurin kommunal og helmingurin privat. Umleið ein triðingur eru tíðaravmarkað.
Í hesum lítla økinum hava vit hóp av handlum, matstovum, mentanarstovnum og dastið av almennum og kommunalum skrivstovum í býnum. Her liggur øll fyrisitingin hjá bæði býnum og landinum.
- Tað er skylda okkara at varðveita og menna tann týdning, sum miðbýurin hevur fyri allar Føroyar. Vit skulu eisini menna miðbýin, men vit skulu samstundis taka atlit til samferðslumøguleikar, vit skulu varðveita og menna grønu geirarnar og fríøkini, vit skulu hugsa um gongu- og súkklubreytir, og vit skulu taka atlit til gomlu býarøkini, eitt nú Tinganes og alt strandarøkið, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
- Við nýggju sambondunum úr Eysturoynni og Sandoynni til høvuðsstaðin fer ferðslan sum frálíður helst at økjast munandi. Í miðbýnum er at kalla ikki møguligt at útvega fleiri parkeringspláss. Tí er stór vekt løgd á at betra bussambandið, soleiðis at til ber at parkera uttanfyri miðbýin og annars brúka bussarnar inni í býnum.
- Ein loysn kann vera ein parkeringstunnil millum Havnargøtu og Skálatrøð. Parkering er í báðum síðum á tunlinum og upp- og niðurgongdir eru fleiri staðni í miðbýnum. Tað finnast óivað aðrar loysnir við parkeringstunli, so hetta má kannast væl.
- Í nevnda uppskotinum er pláss fyri 700 bilum. Tunnilin loysir eisini upp fyri nógvum øðrum møguleikum, eitt nú goymslu-, køli- og frystitunlum, eins og tunnilin kann loysa nógvar trupulleikar við kaðallegging av øllum møgiligum sløgum.
- Ein tílíkur tunnil kundi stórt sæð loyst málið um parkering í miðbýnum. Metingarnar vísa, at ein tílíkur tunnil kann verða um 1000 metrar langur og kemur at kosta um 128 miljónir krónur í dagsins prísum.
- Tað er áhugavert at kanna henda møguleika víðari. Til ber eisini at fremja eitt tílíkt arbeiði í stigum við einum borisjakki, sum ráðini eru yvir tíð, og soleiðis at vit innan rímuliga tíð kunnu koma á mál, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, sum eisini metur, at breið semja er í býráðnum um málið.
Í fíggjarætlanini fyri 2021 eru settar 4 miljónir av til m.a. royndarboringar og prosjektering av einum parkeringstunli.
– Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald