Innanlands

Fara nú undir uppstilling í Runavík

Breiði almenni borgaralistin hevur kallað inn til uppstillingarfund

Runavík (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Runavík (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-08-20 14:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Arbeiði at finna valevni til kommunuvalið í Runavíkar kommunu er nú farið í gongd.

Fólkini handan breiða almenna borgaralistan, lista A, hava kallað inn til uppstillingarfund í ítróttarhøllini í Bylgjuni mánakvøldið 31. august.

Listi A fekk 8 av teimum 11 umboðunum í kommunustýrinum á valinum seinast. Fyrstvaldi var Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Listi A umfatar miðøkið í kommununi og nærmastu bygdirnar harumkring. Eisini Oyndarfjørður er umboðaður á hesum lista, og bygdin hevur eisini verið umboðað í býráðnum í fleiri býráðssetur.

Síðan stóru samanleggingina hava eisini verið tveir listar afturat. Listi B við fólkum av Skála fekk tvey umboð í býráðið seinast, og listi C við fólkum úr Søldarfirði fekk eitt umboð seinast.

Tað hevur ongantíð verið politisk uppstilling í Runavíkar kommunu.

Bygdirnar í kommununi eru ikki færri enn 15 í tali. Tær eru: Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambi, Lambareiði, Søldarfjørður, Skipanes, Skáli, Skálafjørðu, Oyndarfjørður, Funningsfjørður, Funningur og Elduvík. 

(Tekstur broyttur kl. 22.16 viðv. umboðanini í Oyndarfirði)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder