
Eldraøkið í Tórshavnar kommunu ger seg nú til reiðar at fara undir koppsetingar av starvsfólki og búfólki.
Heimasíðan hjá kommununi skrivaði í morgun, at ætlanin var at fara undir koppsetingar í dag, men koppsetingarevnið kom ikki, sum væntað, í gjárkvøldið, og tí er ætlanin eitt sindur seinkað.
Starvsfólkini verða tó tey fyrstu, sum verða koppsett. Og boðini eru tey, at búfólk verða koppsett seinni í vikuni, skrivar torshavn.fo.
Heilsu- og umsorganartænastan hevur givið øllum starvsfólkum tilboðið at lata seg koppseta, og búfólkini fáa nú somu boð.
Tað gongur skjótt at koppseta, og tí verður væntað, at øll á eldraøkinum eru koppsett rættiliga skjótt.
- Okkara eldru á bústovnunum og starvsfólkini hava bíðað spent eftir hesi løtuni. Nú kemur gongd á, og øll kunnu koma aftur til góða og vælkenda gerandisdagin á bústovnunum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sambært heimasíðuni.
Samlað verða 486 starvsfólk koppsett á røktarheimunum, og øll 207 búfólkini fáa bjóðað at verða koppsett.
Tey 207 búfólkini á bústovnunum í Tórshavnar kommunu eru býtt soleiðis millum ymisku heimini:
Boðanesheimið – 64 búfólk
Lágargarður – 48 búfólk
Tjarnargarður – 31 búfólk
Ellishemið – 25 búfólk
Vallalíð – 16 búfólk
oman Hoydalar – 10 búfólk
oman Mattalág – 9 búfólk
Kollafjørður – 7 búfólk
(Tekstur broyttur, tí tað vísir seg, at koppsetingareevnið ikki kom við flogfarinum í gjárkvøldið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald