Uttanlands

Fara undir næsta stig av friðarætlanini fyri Gaza

Farið verður nú frá vápnahvíld til avvápning, nýggja leiðslu og enduruppbygging, sigur serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff

Børn í Gaza býi (Mynd: EPA)

Børn í Gaza býi (Mynd: EPA)

2026-01-15 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næsta stig í amerikonsku 20-punktsætlanini fyri frið í Gaza verður nú sett ígongd, sigur serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff.

Farið verður nú frá vápnahvíld til avvápning, nýggja leiðslu og enduruppbygging.

Witkoff skrivar á sosiala miðilin X, at USA væntar, at palestinska Hamas-rørslan fer at yvirhalda allar sínar skyldur, m.a. at útflýggja líkið av síðsta deyða gíslanum alt fyri eitt. Annars fær tað álvarsamar fylgjur, sigur hann.

Egyptiski uttanríkismálaráðharrin, Badr, Abdelatty segði mikudagin, at ein palestinsk teknokratisk nevnd við 15 fólkum er góðkend av øllum partum. Nevndin skal umsita Gaza eftir kríggið, skrivar Ritzau.

Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kom í gildi í oktober í fjør, men síðan tá hava báðir partar lagt hin undir at bróta vápnahvíldina.

Í fyrsta stigi skuldu allir gíslarnir, sum vóru eftir í Gaza, leyslatast, og afturfyri skuldu hundrðatals palestinskir fangar leyslatast úr Ísrael.

Atgongd til neyðhjálp var eisini ein partur av fyrsta stigi, men sambært Hamas er minni av neyðhjálp komið til Gaza enn áður avtalað. Tað sama hava hjálparfelagsskapir boðað frá. Ísrael hevur tó fleiri ferðir víst hesum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder