Nógv stór politiksk mál eru á skránni í næstum. Beint nú hevur Suðuroyartunnilin verið nógv á breddanum aftur, og samgongan hevur ymiskt, sum ynski er at náa innan næsta árið.
Sonevnda tjóðarsemjan er framvegis aktuell, hóast tað ikki hevur verið nógv at hoyrt um hana í seinastuni.
Men hetta hongur eisini saman við Danmark. Frihedsbrevet skrivar, at fundur var millum Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen 6. oktober í Keypmannahavn
Føroyska stjórnan vil fremja broytingar í ríkisrættarligu støðuni. Men danir hava ov nógv annað at hugsa um í løtuni - millum annað fyllur formansskapurin nógv.
- Í Føroyum eru vit samd um, at tað mest umráðandi er at røkka málinum, heldur enn at trýsta nakað ígjøgnum, sigur løgmaður við Frihedsbrevet.
![]()
Metta Frederiksen og Aksel V. Johannesen hava havt nógvar ymiskar fundur seinasta lítla árið (Mynd: Sverri Egholm)
Skulu samráðast í januar
Allir politisku flokkarnir á tingi - uttan Sambandsflokkurin - eru við í semjuni um grundleggjandi broytingar í viðuskiftunum Føroyar og Danmarkar ímillum.
Og tað verður eftir øllum at døma fyrst í 2026 at vit gerast klókari uppá, um hetta kann bera á mál.
Aksel V. Johannesen segði við Frihedsbrevet í gjár, at hann hevur gingið við til at bíða við at taka samráðingar upp, men at tær eftir ætlan byrjar í januar 2026.
Hetta vera helst torførar samráðingar, sigur løgmaður: - Ikki bara so at vit kunnu vænta at møta upp við einum uppskoti, sum danir beinanvegin skriva undir uppá.
Helst hava ríkisfundurin í summar og fundurin við forsætisráðfrúuna givið løgmanni nakrar ábendingar. Júst hvat verður lagt á borðið frá føroyskari síðu fyrst í næsta ári er ikki endaliga greitt.
Sí eisini: (Video): - Noydd at endurskoða ríkisfelagskapin fyri at fáa olympiskan limaskap
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald