Innanlands

Fara undir Tjørnuvíkstunnilin tá liðugt er at bora til Dals

Mælt verður til at sunnari tunnilsmunnin verður við Marmaskallará norðan fyri Haldórsvík. Hiðani er 2,5 kilometrar til Tjørnuvíkar

Her á leið er ætlanin at tunnilin til Tjørnuvíkar skal byrja (Mynd: Google)

Her á leið er ætlanin at tunnilin til Tjørnuvíkar skal byrja (Mynd: Google)

2023-06-27 11:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá tunnilstoymið hjá Landsverki er liðugt við at bora tunnilin til Dals, er ætlanin at senda tað norðurðureftir, og seta á komandi tunnilin til Tjørnuvíkar.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, í skrivligum svari til Kim Durhuus, tingmann, ið hevur sett nakrar spurningar viðvíkjandi ætlaða tunnlinum til Tjørnuvíkar.

Dennis Holm greiðir í svarinum frá, at eitt sokallað jarðfrøðiligt kjarnuhol varð borað fyri 20 árum síðani fyri at kanna jarðfrøðina. Henda boring varð gjørt við Marmaskallará, norðan fyri Haldórsvík.

Í summar er ætlanin at gera eina slíka boring afturat í Tjørnuvík, soleiðis at báðar síður av tunlinum verða kannaðar.

Viðvíkjandi linjuføringini verður tosað um tveir møguleikar. Ein styttri tunnil uppá 1,36 kilometrar frá Brúnaskarði, og ein longri tunnilsloysn frá Marmaskallará. Báðar linjurnar koma út inni í dalinum í Tjørnuvík.  Landsverk mælir til at velja ta longru loysnina, ið er ein umleið 2,5 kilometra langur tunnil, skrivar Dennis Holm í svarinum og leggur afturat:

- Hetta er serliga tí, at vegurin millum Marmaskallará og Brúnaskarð er vánaligur. Tað er so bratt niðurfyri á vegastrekkinum, at ivasamt er, um tað ber til at betra vegin, soleiðis at hann verður á nøktandi støði. Ætlanin er at fyrireika tunnilin til Tjørnuvíkar, so klárt er at byrja uppá hann, tá ið arbeiðið við Dalstunlinum er liðugt.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder