Seinnapartin í dag fara Mary Kristenardóttir Cazabon og Dagbjørt Hjaltalin út í Tinganes við 1.376 undirskriftum til løgmann.
Hesi fólkini hava skrivað undir eitt krav um at tvungið sóttarhald verður sett fólki, sum ferðast til føroya, og at familjusóttarhaldið verður avtikið.
Undirskriftirnar verða handaðar klokkan 14 í dag.
Tað, sum tey næstan 1.400 fólkini hava skrivað undir, er hetta: ”Hervið vátti eg meg samda/-n í, at vit krevja, at ein lóg skal setast í gildi, ið loyvir tvungnum sóttarhaldi. Familjuhald saman við øðrum, ið ikki eru í sóttarhaldi, skal avtakast. Tey, ið koma til Føroya, skulu avbyrgjast í sóttarhaldi soleiðis, at tey ikki hava fysiskt samband við onnur, ið ikki eru í sóttarhaldi, men verða víst til eitt av landinum álagt sóttarhald. Hetta, tí eg føli meg slepta/-n upp á fjall viðvíkjandi, at vit í Føroyum framhaldandi skulu fylgja tilmælunum samstundis, sum fólk koma til Føroya og ikki virða sóttarhaldið.”
Les eisini: Savna undirskriftir: -Tvungið sóttarhald í gildi og familjusóttarhald úr gildi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald