Í dag hittust landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, embætisfólk, viðskiftastjórin á Almannaverkinum, autismufelagið, verkætlanarleiðarar hjá Landsverki, og EYA arkitektar, sum skulu tekna nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum.
Verkætlanin er liður í ætlanini hjá landsstýrinum at útvega fleiri vardar bústaðir og harvið búpláss komandi árini.
Tvær verkætlanir eru lidnar í hesum samgonguskeiðinum. Tann triðja verður liðug nú fyri summarfrítíðina.
Landsverk skipaði í februar fyri útboð av ráðgeving og prosjektering av sambýlinum við Rygsá. Dómsnevndin fekk sjey uppskot at taka støðu til. EYA arkitektar saman við CUBO arkitektum, vunnu útboðið, og skulu standa fyri ráðgeving og prosjektering .
Gongur eftir ætlan, verður farið undir at byggja miðskeiðis í 2025.
- Vit leggja okkum eftir at byggja so skjótt, sum til ber. Men fyri at góðskan skal vera góð, er alneyðugt at fyrireika seg væl. Og tað hevur í tí sambandi stóran týdning, at avvarðandi feløg kenna seg hoyrd í tilgongdini, so vit fáa bygt bestu møguligu karmarnar fyri tey, ið skulu búgva og starvast á sambýlinum", sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Málbólkurin, sum bygt verður til við Rygsá, eru fólk við autismu, sum hava miðal ella stóran tørv á hjálp og stuðli í gerandisdegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald